Jerúsalem, tú gylti

Orð: Bernard úr Morlaix
Lag: Alexander Ewing
Týtt: Victor Danielsen

1. Jerúsalem, tú gylti,
tú staður signaði,
um teg, um teg at hugsa
við tráan fyllir meg!
Eg veit ei, áh, eg veit ei,
hvør gleði bíðar har,
hvør dýrd, hvat ljós, hvør sæla,
hvør hvíla er í tær!

2. Úr Zions føgru høllum
eg hoyri tóna song,
eg síggi ljósar einglar
og Harrans vitni mong;
har stendur Dávids tróna,
tey frelstu kann eg sjá
í dýrd og sigursfrøi
tær gyltu hørpur slá.

3. Og tann, sum stóð í trúnni
og vann í stríðnum her,
har uppi allar ævir
við heiður kransin ber.
Áh, land, sum sær ei sorgir
og kennir einki stríð,
áh, sæli hvíldarstaður,
áh, langa gleðitíð!

4. Áh, heim hjá Guds útvaldu,
hvør signað, søtt ert tú!
Áh, heim, sum sálir tráa
og suffa eftir nú!
So kom tá, Harri Jesus,
og savna okkum har,
tú, sum í ævir valdar,
sum verður, ert og var!

FavoriteLoadingGoym tekstin