Jesu blóð

Árni Petersen
Orð og lag: Árni Petersen

1. Eg eri djúpt fallin í synd,
og føli meg so veikan.
Geri ímóti Tínum vilja,
men Tú sigur kom sum tú ert.

Niðurlag: Eg boyggi meg niður við krossin,
falli á knæ fyri tær.
Lat títt blóð reinsa meg,
koyr meg ei burt frá tær.

2. Eg havi tungað stóra last,
og beri hana sjálvur.
O, Jesus kanst tú taka hana.
Ja, tú sigur kom sum tú ert.

3. Eg reinsaður nú eri,
loystur gjøgnum Jesu blóð.
Reinsaður frá allari synd,
og frelstur frá deyðans makt.

FavoriteLoadingGoym tekstin