Jesu dýrabara navn

Orð: Hans Adolph Brorson
Lag: Johan Henrik Nebelong
Týtt: Victor Danielsen

1. Jesu dýrabara navn,
ljósi frelsumorgunroði,
lívsins heiti kærleikslogi,
trygga, stilla sálarhavn,
trúarálit, sigursmerki,
vónarinnar fasta grund,
ljós í myrkri, skansi sterki,
lív í deyðans tungu stund!

2. Jesus, Sonur Guds ert tú!
Blóð títt mína sál ger reina,
tú mítt lív, mín kraft ert eina,
gleði, ljós og songur nú;
tú hvønn ein í favn vilt taka,
grøða djúpu syndasár –
áh, tann skatt, tær sálir vraka,
sum teg havna ár um ár!

3. Jesus, Harri, fyri tær
boygt til síðst hvørt knæ skal verða,
brúður tína skalt tú bera
heim, har sælu, frið hon fær!
Kærleiki tín, Jesus, vinnur
alla hjartans djúpu frykt,
har vár sál nú hvílu finnur,
til hjá tær vit hvíla trygt.

FavoriteLoadingGoym tekstin