Jesu halga boð í minni

1. Jesu halga boð í minni
hans apostlaskara var;
einans hug og eittans sinni
tylvtin øll í barmi bar;
lyfti dýrt teir litu á,
Halgi Andin koma má,
allan sannleika teir læra,
fylgisfastur við teim fara.

2. Saman teir í stovu sótu,
harðligt dun tá hoyrdist brátt,
rætt sum ódnarhvirlur lótu,
og frá galvi ytst á gátt
fyltist upp alt húsið tá,
logatungur so teir sjá,
glógvandi í ljómi reinar
settust tær á lærusveinar.

3. Halgi Andin allar fylti,
undurgávu teimum gav,
fullvæl teirra talu skilti
fólkið fjarum londum av;
trinni túsund vórðu skírd,
birtist so við Kristi dýrd
og við Halga Andans megi
kristna kirkjan á tí degi.

Mikkjal á Ryggi

FavoriteLoadingGoym tekstin