Jesu navn tú við tær taki

Orð: Lydia Baxter
Lag: William H. Doane
Týtt: Victor Danielsen

1. Jesu navn tú við tær taki,
sorgarbarn, ið hvar tú fer!
Troyst og gleði tað tær gevur,
friður í tí navni er.

Niðurlag:
:,: Jesu navn, áh, hvør søtt!
Ljós í Himli og á jørð! :,:

2. Har er skjól mót Satans pílum
og í storminum ein havn;
møta freistingar og royndir,
far til Gud í Jesu navn!

3. Sál og hjarta kann tað gleða,
stilla stríð og sakn og sorg,
so hvat enn ið okkum møtir,
er hitt navn so trygg ein borg.

4. Um vit, Jesusi til æru,
eyðmjúkt tola, líða her,
bíðar okkum lívsins krúna,
har sum stríðið liðugt er.

FavoriteLoadingGoym tekstin