Jesu offur eina gevur

Lag: William J. Kirkpatrick
Týtt: Victor Danielsen

1. Jesu offur eina gevur
fullan frið og lívsælan;
fastan grundvøll eina hevur
tann, sum byggir bert á hann.

Niðurlag:
Eingin onnur leið er givin,
einki navn, har frelsa er –
Jesus, Jesus, hann er blivin
sannleiki, lív, vegur her!

2. Kristus er hin góði Hirði,
tí hann setti lívið til;
kemur úlvurin, sum myrðir,
hann sítt egna verja vil.

3. Jesus eina okkum leiðir,
forbøn hann hjá Gudi ger;
øllum sínum hann til reiðir
stað, har sum hann sjálvur er.

4. Alla tíð og allar vegir
hetta er várt takkarljóð,
hetta evni okkum gleðir:
Jesu deyði, Jesu blóð.

FavoriteLoadingGoym tekstin