Jesunavnið einans kann

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur í 1973.

Jesunavnið einans kann
heimsins frelsa vera!
Syngið tað úr hjørtum fram
ættum at kunngera!
Hvør enn svíkur, eitt er vist:
trúfastur er Harrin Krist,
– vinur vár vil vera.

Gevið honum ungdómsár,
hvørja stund vit liva,
spard tá verða sút og tár,
– sál ei nýtist biva.
Herja myrkurs herlið á,
veldis Gud er okkum hjá,
skapar trúgv úr iva.

Lýsir brátt í eystri hátt
sælur páskadagur;
hvørvur heimur, synd og nátt,
rísur Sions staður.
Góði Gud, tú gevi oss
heimi í eitt náðipláss
– heima allar ævir.

FavoriteLoadingGoym tekstin