Jesus á krossi í deyðan steig

Týtt: Árni Jacobsen

1. Jesus á krossi í deyðan steig,
lív títt at vinna.
Undurfult var tað á deyðans leið
náði at finna.

Niðurlag: Tað var undurfult,
at Jesus tók sær so av mær,
gav lív sítt
til eina brúður at vinna sær.
Ja, verdur, heilagur frelsari,
æran øll er tín,
tú, sum líðin til deyðan steig
niður her til mín.

2. Undurfult stað, sum ei sorg, ei synd
inni skal hýsa.
Lívssólin, Jesus, um dal og tind
ævigt skal lýsa.

FavoriteLoadingGoym tekstin