Jesus aftur kallar á teg, burturvilsta barn

Orð og lag: Ókendur
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Jesus aftur kallar á teg, burturvilsta barn,
sum alt meir her fløkt varð inn í syndarinnar garn;
kvika tær, nú Harrin kallar, sál tín verður frí,
frí frá øllum, tú ert bundin í.

Niðurlag: Nú Jesus aftur kallar teg,
Hann kallar teg, Hann kallar teg.
Nú Jesus aftur kallar teg:
Stíg inn á lívsins veg!

2. Aldri hesin heimur gevur frið í tína sál,
hvar tú leitar, gerst tín gøta einans meira hál.
Fastari gerst leinkjan, sál tín ongan útveg sær;
ein bert finst, sum nú kann bjarga tær!

3. Tá títt lív so farið er, sig, hvussu verður tá?
Kanst tú uttan Jesus hesum heimi fara frá?
Tá til einkis livdi tú títt lív á hesi fold,
grøv tín døpur, tá tú legst í mold.

FavoriteLoadingGoym tekstin