Jesus áleina teg frían kann gera

Orð og lag: Jacob Fr. Jacobsen

1. Jesus áleina teg frían kann gera
frá tínum syndum, tú staddur ert í.
Til krossin tú syndirnar tínar kanst bera,
so fært tú friðin í rættari tíð.
Kom, vinur, skunda tær, kom nú í dag,
bíða ei longur, men fá tað í lag!
:,:Við blóði, sum rann, eg frelsuna fann;
nú trúgva á Jesus eg kann!:,:

2. Jesus áleina meg syndara loysti,
tá ið eg drivin av neyð kom til Hann.
Hann lovaði: Eg nú vil geva tær treysti,
bert tú í trúnni nú halda teg kann!
Jesus er klettur, eg nú byggi á,
um alt gongur undir, eg fast tó skal stá.
:,:Við blóði, sum rann, eg frelsuna fann;
nú trúgva á Jesus eg kann!:,:

3. Nú kann eg ei annað enn Jesusi prísa
fyri ta byrðu, Hann tók upp á Seg.
Nú veit eg, Hann vil mær til Himmalin vísa,
og nú er bert eftir at ganga tann veg.
Um eg í trúgv Jesus fylgja kann nú,
eg fái í Himli hitt snjóhvíta skrúð!
:,:Við blóði, sum rann, eg frelsuna fann;
nú trúgva á Jesus eg kann!:,:

4. Hvør stór verður gleðin har heima at vera,
og syngja av frøi Hin Himmalska Sang
um Sonin, sum Guð læt til Offurlamb gera
hann hevur av songum hin vænasta klang!
Heiðraður, æraður vera skal Hann,
sum frelsu á krossinum fyri meg vann!
:,:Við blóði, sum rann, eg frelsuna fann;
nú trúgva á Jesus eg kann!:,:

FavoriteLoadingGoym tekstin