Jesus av fíggindahond okkum vann

George Frederick RootVictor Danielsen
Lag: George Frederick Root
Týtt: Victor Danielsen

1. Jesus av fíggindahond okkum vann,
aftur til Gud okkum bjargaði hann;
trygg í hans hond okkum eingin kann ná,
skilja oss náði hans frá.

Niðurlag:
Eingin, eingin
ríva kann okkum úr Faðirsins hond;
eingin, eingin
slíta kann lyftisins bond.

2. Okkum til Gud keypti Jesusar blóð,
vernd vár er frelsarahondin so góð;
einki hann spardi, nei, ofraði alt,
stríddi og skuldina galt.

3. Kærleiki størri á fold er ei til,
enn at ein fyri sín vin doyggja vil;
fyri ta verð, sum hans fíggindi var,
Jesus tó straffina bar.

4. Aldri tí sál, hann til Gud hevur keypt,
hevur úr hond síni aftur hann slept;
Jesus, sum leitaði, inntil hann fann,
goymir sín vin, sum hann vann.

FavoriteLoadingGoym tekstin