Jesus bankar, kallar teg

Orð: W. Kitching
Lag: James H. Burke
Týtt: Ókendur
Upprunaheiti: Open wide the door

1. Jesus bankar, kallar teg:
„Ert tú troyttur, lít á meg!“
Tú, sum gongur syndaveg,
lat upp dyrnar nú.

Niðurlag: Lat upp dyrnar nú,
lat upp dyrnar nú;
hann kann frelsa, eina hann,
lat upp dyrnar nú.

2. Jesus bankar, sálin móð –
fyri teg hann gav sítt blóð,
sigrandi av grøv upp stóð,
lat upp dyrnar nú.

3. Jesus bankar, bankar enn,
kom til hann, ja, kvikur renn,
hann kann frelsa falnar menn,
lat upp dyrnar nú.

4. Jesus bankar, tíðin fer,
kom til hann og frelstur ver,
skjótt er lívið endað her,
lat upp dyrnar nú.

FavoriteLoadingGoym tekstin
J |