Jesus, barnavinur, ver

Jesus, barnavinur, ver,
tú í dag til staðar her!
Tú, sum fegin boyggir oyrað,
barnalovsongin at hoyra,
gjarna tekur børn í favn –
her vit koma í títt navn!

Signa børnini í dag,
lat tú okkum kenna tað,
at í náði tú teim møtir,
leiðir tey á grønar fløtur,
og til vøtnini so still –
sálina við ljósi fyll!

FavoriteLoadingGoym tekstin