Jesus, bert hugsanin um teg

Orð: Bernard úr Clairvaux
Lag: John B. Dykes, Norman Tomblin
Týtt: Victor Danielsen

1. Jesus, bert hugsanin um teg,
hon gleðir hjarta mítt;
hvat verður tá ei fyri meg
at síggja andlit títt!

2. Ei mannahugsan hevur føtt,
ei muður talaði
eitt ljóð sum dýra navn títt søtt,
áh, Jesus, Frelsari!

3. Áh, náði, tú mót teimum gert,
sum eyðmjúkt boyggja seg!
Hvør góður tú mót falnum ert,
mót teim, sum søkja teg!

4. Og tá at finna, hava sæð!
áh, sælur tann, teg fann!
Tín vinur bert kann vitna tað,
hann veit tað, eina hann.

5. Jesus, vár gleði øll ert tú,
í tær vit eiga frið,
tú ert várt rós, vár æra, nú
og allar ævir við!

FavoriteLoadingGoym tekstin