Jesus besta navnið er

Orð: Mikkjal á Ryggi
Lag: Johan Peter Emilius Hartmann

1. Jesus besta navnið er,
tungur kunnu nevna,
hvør, sum sorg í barmi ber,
kann til Jesus stevna;
gerst á foldum trong mín leið,
Jesus, veit eg, svíkur ei,
hann vil síni fevna.

2. Jesus gav mær sálartroyst,
svárur var mín vandi,
Jesus hevur av mær loyst
harða syndabandið,
styðjar meg og gevur mátt,
um eg dag og døkka nátt
fast hjá honum standi.

3. Renna burt tey røsku ár;
mangt vit mundu tráa;
heysta væl tey hvítu hár,
tá ið væl var sáað;
hvør, sum Jesus fevndi her,
sælur til Guð faðir fer,
har skal frið hann fáa.

FavoriteLoadingGoym tekstin