Jesus, besti vinur ert tú

Orð og lag: Ókendur
Týtt: J.P. Háberg

1. Jesus, besti vinur ert tú
vorðin mær – eg vraki alt
tað, sum fyrr meg fylti, tí nú
alt hjá mær tú vera skalt!

2. Fyrr meg heimsins hávi fylti,
syndagarnið helt mær fast;
til tín kærleika eg skilti,
tá hvør fangaleinkja brast.

3. Heimsins børn meg ikki skilja,
teirra háð ei saka kann.
Snarur tey mær leggja vilja,
men við tíni hjálp eg vann!

4. Hjá tær, Harri, trygt eg standi,
lítandi á tíni orð.
Skjótt eg síggi Himmallandið,
gloymd har eru tungu spor.

FavoriteLoadingGoym tekstin