Jesus besti vinur mín, sum fylgist við mær her

Orð: Annikka Færø
Lag: Poul Færø

1. Jesus besti vinur mín, sum fylgist við mær her,
leiðin ber um fjøll og djúpar dalar.
Alt eg beri til tín, mangt á vegnum ofta er,
tosi við teg og við meg tú talar.

2. Gleðist eg um lívið, tá ið alt so fagurt er
og tá eg mítt dagsins yrki geri.
Alt við Harran luti eg, hann fylgist við mær her,
neyð og stúran, alt eg til hann beri.

3. Signingar so fagrar ríkt tú stroyðir á mín veg,
Tøkk at tú mær gavst øll míni kæru.
Harri, tøkk, á krossinum har gavst tú sjálvan teg,
gev at eg kann liva tær til æru.

4. Troyttist eg á vegnum, Harri, lat meg minnast tað,
troystin er at finna í Guds orði.
Lurti eg hvat hevur tú at siga mær í dag?
Styrki til hvønn dag mær hevur borið.

5. Einki er ov smátt og einki ov stórt fyri hann,
hvønn ein spurning mentur er at loysa.
Geva frið í sál og sinniðJesus eina kann,
tá ið lívsins stormar um meg leika.

6. Jesus sum sín vin at at eiga gleðiligt tað er,
tá gerst lættari hvør lívsins løta.
Hann kann greiða vegin, sum eg gangi eftir her,
Fylgist eg við honum, sløtt gerst gøta.

7. Hjálp mær, Harri, ganga tínum fótasporum í,
nær hjá tær, so aldri eg tað gloymi.
Lata meg heilt fylla til at tæna alla tíð,
vera ljós í hesum myrka heimi.

8. Skjótt er skeiðið runnið og eg fái ferðarboð,
heim í fagran bústað meg tú kallar.
Gud tú gavst tín son, tí heimin elskaði tú so,
Tann, ið trýr, fær lív í ævir allar.

FavoriteLoadingGoym tekstin