Jesus doyði fyri teg

Orð og lag: Peter P. Bilhorn
Týtt: Jákup Olsen

1. Jesus doyði fyri teg;
er tað ikki gott!
Tína revsing tók á seg;
er tað ikki gott!
Vára synd á krossi bar,
várar byrðar tók hann har,
keypti okkum heim hjá sær;
er tað ikki gott!
Er tað ikki gott,
er tað ikki gott!
Vára synd á krossi bar;
er tað ikki gott!

2. Tað er fullgjørt! segði hann;
er tað ikki gott!
Synd og deyða Jesus vann;
er tað ikki gott!
Grøvina hann legðist í,
gjørdi okkum skuldarfrí,
tá hann vann hitt stóra stríð;
er tað ikki gott!
Er tað ikki gott,
er tað ikki gott!
Gjørdi okkum skuldarfrí;
er tað ikki gott!

3. Hann av grøv við sigur steig;
er tað ikki gott!
Deyðin bant hann ikki, nei;
er tað ikki gott!
Grøvin hóttir ikki, tí
Jesus keypti okkum frí,
skjótt hann koma skal í ský;
er tað ikki gott!
Er tað ikki gott,
er tað ikki gott!
Skjótt hann koma skal í ský;
er tað ikki gott!

4. Nú hann er í Himlinum;
er tað ikki gott!
Biður fyri syndarum;
er tað ikki gott!
Øll, sum trúgva her á hann,
heim til sín hann taka man,
har tey einki saka kann;
er tað ikki gott!
Er tað ikki gott,
er tað ikki gott!
Har tey einki saka kann;
er tað ikki gott!

FavoriteLoadingGoym tekstin