Jesus, eg komi nú

Fanny Crosby
Orð: Fanny Crosby
Lag: William Howard Doane
Týtt: Johan við Neyst

Jesus, eg komi nú eina til tín
og hoyri tína rødd tala til mín.
Tú ert mín frelsari, teg bert tilbiði eg.
Á, sum mær tørvar teg á ferðini.

Heilagi troystari vitja meg nú!
So at eg skína kann bert fyri teg!
Alstóra veldi títt spennir so høgt og vítt.
Tí kann nú hjarta mítt fegnast so frítt.

Frelsari, lívga meg og ger alt ljóst!
Drag tyngdar syndarar inn til títt bróst!
Á náttarvøkuni kom tú og vitja meg.
Skjótt skal eg síggja teg í luftini.

FavoriteLoadingGoym tekstin