Jesus, eg vil prísa, takka tær

Orð: Poul Færø og Ásvør Færø
Lag: Poul Færø

1. Jesus, eg vil prísa, takka tær
fyri, at tú frelsti mína sál,
:,: tryggari eg kann ei vera her,
tí eg veit, mín framtíð vissað er. :,:

2. Einaferð eg burtur frá tær gekk
á tí breiða, villa syndaveg.
:,: Sum eitt vrak á havinum eg var,
burtur var øll vón tá fyri mær. :,:

3. Men ein dagur kom, tá eg fekk sjá,
at mín synd hin dag á Golgata
:,: goldin varð við Jesu dýra blóð,
og eg ævigt fríur, frelstur stóð. :,:

4. Og nú gleði eg meg til tann dag,
tá tú heintar meg heim í tín stað,
:,: prís og allan heiður tá tú fær
frá tí brúður, tú út loysti tær. :,:

FavoriteLoadingGoym tekstin