Jesus, eina hann vit boða

Orð: Ókend/ur
Lag: William James Kirkpatrick
Týtt úr donskum: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Jesus ene vi forkynder

1. Jesus, eina hann vit boða,
Jesu navn várt evni er;
hann aleina er vár frelsa,
sæla bert í honum er.

Niðurlag: Jesus eina, Jesus altíð!
Alt, alt hevur tú í tær;
frelsa, rættvísi og friður,
heilagleiki, alt hjá mær!

2. Hann vár Frelsari er eina,
rein hann hevur okkum gjørt;
ei í okkum, men í honum
er vár frelsa, áh, hvør stórt!

3. Hann aleina er vár styrki,
hans aleina er øll makt;
allar dagar hann vil verja
okkum, sum hann hevur sagt.

4. Hann er tann, sum skjótt skal koma,
tekur okkum heim við sær;
honum skulu vit tá prísa
heima allar ævir har.

FavoriteLoadingGoym tekstin