Jesus elskar meg, áh, ja, Bíblian mær sigur tað

Orð: Anna B. Warner
Lag: William B. Bradbury
Týtt: Victor Danielsen

1. Jesus elskar meg, áh, ja,
Bíblian mær sigur tað,
smábørn honum hoyra til,
fegin hann tey frelsa vil.

Niðurlag: Ja, Jesus elskar,
ja, Jesus elskar,
ja, meg hann elskar,
hans orð mær sigur tað.

2. Jesus elskar meg, hann bar
alla mína synd á sær;
opin er nú Himmalin,
hvør, sum vil, kann sleppa inn.

3. Jesus elskar meg; hann skal
leiða meg so trygt og væl,
og til síðst hann lovar mær
inn í Himmalin hjá sær.

4. Jesus, tak nú hjarta mítt,
ger tað heilt til tempul títt!
Tú, sum doyði fyri meg,
lat meg liva fyri teg!

FavoriteLoadingGoym tekstin