Jesus elskar smábørn

Jesus elskar smábørn,
ansar eftir teim,
vil teg fegin leiða
til sítt himmalheim.
Tá eitt barnahjarta
lítur á hans navn,
á, so fegin hann tá
tekur tað í favn.

Á, ja, hann er hin allarbesti vinur,
sum eitt barn kann hava við sær her;
tí hann elskar tað og vil tí trúgvur vera,
inntil hann tað inn um perluportrið ber.

Eingin veit, hvat Jesus
gjøgnumgekk hin dag,
táið hann varð negldur
upp á krossins træ;
men, tú lítli vinur,
nettupp tí at hann
andaðist í pínu,
sál tín frelsast kann.

Skjótt so kemur Jesus
til at taka tey,
sum á navn hans trúgva,
heim frá synd og neyð.
Har er eingin grátur,
har er eingin sorg,
nei – øll spæla hørpu
glað í ljósins borg.

FavoriteLoadingGoym tekstin