Jesus er ein undurfullur vinur

Orð og lag: David E. Morken
Týtt: Zacharias Zachariassen

1. :,: Jesus er ein undurfullur vinur,
hann vil leiða teg heim, :,: mín bróðir.
Jesus er ein undurfullur vinur,
hann vil leiða teg heim –
og tá ið stríðið er strítt,
blaktrar sigursmerkið frítt,
tá vil hann leiða teg heim – mín kæri bróðir,
tá ið verðin forgongur,
tær tørvar Jesus,
tá er hann kongur.
hann tær ævigt fjalir
í tí aldakletti,
sum klovin varð fyri teg og meg.

FavoriteLoadingGoym tekstin