Jesus er mín bróðir

Orð og lag: Aage Samuelsen
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Jesus er :,:mín bróðir,:,:
Himmalin mítt heimland, eg búgva skal har;
:,:á, sál mín, hvat bagir?
– Guð er jú mín Faðir
og skjótt skal eg flyta, tann stundin er nær.:,:

2. Í Frelsarans pínu, :,:Hans pínu,:,:
við hjarta Hans, náði Hans hvíli eg í.
:,:Hann meg hevur vunnið,
uppleitað og funnið,
við blóði meg keypti, nú sál mín er frí.:,:

3. Í Tær vil eg vera, :,:ja, vera,:,:
tí Tú kann meg :,:varðveita,:,: á, ja.
:,:Ein framtíð mær væntar,
tá Frelsarin heintar
ta brúður, Hann keypti á Golgata træ.:,:

4. Hvør søt verður løtan, :,:tann løtan,:,:
tá ið eg skal fevna mín Brúðgóm og vin.
:,:Hann skal kennast á merkjunum
frá Golgata verkinum,
tey vitna um prísin, mær vann Himmalin.:,:

5. Og tá skal eg fata, :,:ja, fata,:,:
fult út kunna skatta tað, Hann hevur gjørt.
:,:Har øll Hann tilbiðja,
hvør øðrum frásiga
um Hann, sum til Himmalin tey hevur ført.:,:

FavoriteLoadingGoym tekstin