Jesus er mín Frelsari

Jesus er mín Frelsari,
Gud hann gav sum gávu.
Jesus elskar ein og hvønn,
serliga tey smáu.

Far, sig teim frá,
far, boð teim ber,
um stórur, lítil enn tú er,
um stórur, lítil enn tú er.

Jesus kom at frelsa øll,
bert tey vilja trúgva.
Svørt og hvít og reyð og gul,
heim til sín at búgva.

Jesus hevur ábyrgd lagt
stórum, smáum bera,
boðini um kærleikan,
vitni hans at vera.

Jesus boð er: Sig teim frá,
lat øll fáa hoyra,
so at Eg í Himli ei
burtur skal tey koyra.

FavoriteLoadingGoym tekstin