Jesus er tann besti vinur

Orð: Joseph Scriven
Týtt: Victor Danielsen

1. Jesus er tann besti vinur,
vára synd og sorg hann bar;
alt í bøn vit kunnu bera
til vár’ Guð og hvíla har.
Ofta ongan frið vit eiga,
stóra sorg og lítla løn,
eina tí vit ikki bera
alt til Guð í trúgv og bøn.

2. Koma freistingar og royndir,
tykist trupult alt at sjá,
aldri skal tó mótið falla,
um í bøn til Guð vit gá.
Kunnu slíkan vin vit finna?
Alt, oss kúgar, fatar hann,
veit, vit eru veik og vesal,
– hann oss altíð hjálpa kann.

3. Boyggir byrðin oss til jarðar,
tyngir sorgin sál og sinn,
Harrin er vár sól og skjøldur,
ber í bøn til hann tað inn!
Um enn bestu vinir svíkja,
lat í bøn til Guð oss gá!
Hann í fanginum oss fjalir,
har vit frið og gleði fá.

FavoriteLoadingGoym tekstin