Jesus er tann vinur góði, sum alt er vorðin mær

Orð: Charles William Fry
Lag: William Shakespeare Hays
Týtt: Victor Danielsen

1. Jesus er tann vinur góði, sum alt er vorðin mær;
hann nógv vakrari enn tíggju túsund er;
hina dalsins hvítu lilju mín sál í honum sær,
hann er alt, hann frelsir og meg heilan ger.
Í sorgum hann meg troystar, í neyð hann er mítt skjól,
hann meg biður kasta alla trongd á seg;
hann er dalsins hvíta lilja og morgunstjørnan klár,
hann er meir enn tíggju túsund fyri meg.

Niðurlag: Í sorgum hann meg troystar,
í neyð hann er mítt skjól,
hann meg biður kasta alla trongd á seg;
hann er dalsins hvíta lilja og morgunstjørnan klár,
hann er meir enn tíggju túsund fyri meg.

2. Allar sjúkur mínar tók hann og sorgir mínar bar,
eg í freisting eina borg í honum fann;
fyri hann eg øllum sleppi og kasti burt frá mær
hvønn ein falsgud og meg líti bert á hann.
Um verðin øll meg gloymir, og Satan freistar sárt,
gjøgnum Jesus tó til málið nái eg;
hann er dalsins hvíta lilja og morgunstjørnan klár,
hann er meir enn tíggju túsund fyri meg.

3. Hann vil aldri, aldri gloyma og ikki vraka meg.
Tí eg óttist ei, mín hjálpari hann er;
hann ein eldmúrur er kring meg, tí tryggur hvíli eg,
himmalskt manna míni svongu sál hann ber.
Og skjótt eg skal í skýnum hans dýra andlit sjá,
skjótt av lívsins á við gleði drekki eg;
hann er dalsins hvíta lilja og morgunstjørnan klár,
hann er meir enn tíggju túsund fyri meg.

FavoriteLoadingGoym tekstin