Jesus er vár Hirði

Orð: Hugh Stowell
Lag 1: Marchel Davis
Lag 2: E.C. Walker

1. Jesus er vár Hirði,
turkar eygað vátt,
í hans kærleiksfavni
hava vit tað gott;
sporum hans vit fylgja,
fylgja glað við song,
út í oyðimarkir,
á ta grønu ong.

2. Jesus er vár Hirði,
og hans milda rødd
veitir okkum gleði,
hvar vit eru stødd.
Enntá um hon revsar,
eym hon altíð er;
Jesus okkum leiðir,
Jesus okkum ber.

3. Jesus er vár Hirði,
dýrt hann okkum vann;
hvørt eitt lamb varð bjargað,
tá ið blóðið rann.
Nú hann á tey setur
halga merki sítt:
„Hann, ið Andan hevur,
hann er barnið mítt“.

4. Jesus er vár Hirði,
verjir okkum væl,
úlvurin, sum myrðir,
nær ei koma skal.
Enn í deyðans dali
hjartað óttast ei,
grøv og deyði vunnin,
leiðin okkum greið.

FavoriteLoadingGoym tekstin