Jesus fagnar syndarum

Orð: Erdmann Neumeister
Lag: James McGranahan
Týtt: Victor Danielsen

1. Jesus fagnar syndarum!
Hoyrið øll hans eyma kall,
hjørtu, nívd av ivanum,
hvør, sum viltist, hvør, sum fall!

Niðurlag:
Syng tað upp og uppaftur:
Jesus fagnar syndarum!
Greiði, glaði boðskapur:
Jesus fagnar syndarum!

2. Kom, tí Jesus frið tær ber,
trúgv tí greiða orðinum:
Hvør kann koma, sum hann er –
Jesus fagnar syndarum!

3. Samvitskan kann frið her fá;
reinsaður í hjartanum
skalt tú fyri Gudi stá –
Jesus fagnar syndarum!

4. Jesus fagnar syndarum!
Kom og akta kallið nú,
bjarga tær frá deyðanum,
skunda tær! Hví drálar tú?

FavoriteLoadingGoym tekstin