Jesus gevur kærleik

Týtt: Árni Jacobsen

1. Jesus gevur kærleik,
lív í yvirflóð,
hann gevur sál míni gleði.
Longsil mín hann kennir,
hoyrir mína bøn.
Hann hevur umbroytt mítt lív!

Niðurlag: Jesus meg elskar,
hann gevur lív,
hann fyrigevur og gloymir.
Eg síggi staðin,
sum hann hevur gjørt.
Jesus, hann tekur meg heim.

2. Fremmandur eg eri,
heim mítt er ei her,
men á teim sólljósu strondum.
Aldri aftur grátur,
sorg ei kennist har,
tá Jesus tekur meg heim.

FavoriteLoadingGoym tekstin