Jesus grætur, verðin lær

Victor Danielsen
Orð: Bernhard S. Ingemann
Lag: Johann Rudolph Ahle
Týtt: Victor Danielsen

1. Jesus grætur, verðin lær,
vitleys hon á grøvum spælir;
eins og eingin vandi var,
dansa deyðans blindu trælir;
millum øvund, lygn og hatur
verðin lær, men Jesus grætur.

2. Endin kemur, hoyr, tú verð,
hoyr, hvør sál, í syndum leinkjað!
Sært tú ei, hvar leið tín ber,
kanst tú ei um endan teinkja?
Aftan á tín dans og látur
kemur tannagrísl og grátur.

3. Jesus grætur; blotni nú
hjørtu, sum ei angur kenna!
Arma verð! Nú fegnast tú;
skjótt tú skalt sum hálmur brenna.
Tagni øvund, lygn og hatur,
blotni hjørtu! Jesus grætur!

FavoriteLoadingGoym tekstin