Jesus, Guds Soni, prísa vil eg

Jesus, Guds Soni, prísa vil eg,
sum, tá ið á stóð, ei spardi seg,
men sum í deyðan steig fyri meg:
og mínar syndir bar.

Jesus yvir synd og deyða vann,
Jesus livir – prís og tøkk til hann –
Jesus úr trongdum hjálpa mær kann,
føðir og klæðir meg.

Mildur hann var, um verðin hann sló,
tá ið hann píndur, einsamur stóð,
til hann á krossi læt út sítt blóð, –
á, tað var fyri meg.

Uppi hjá Gudi Jesus nú er,
men tann, sum einfalt trýr á hann her,
einaferð glaður upp til hann fer. –
Takk, góði Jesus, takk!

FavoriteLoadingGoym tekstin