Jesus, halt mær við tín kross

Orð: Fanny Crosby
Lag: William Howard Doane
Týtt: Victor Danielsen

1. Jesus, halt mær við tín kross!
Har ein kelda fløðir,
sum frá synd ein reinsan er,
sorg og pínu grøðir.

Niðurlag: Krossurin, krossurin
øll mín æra veri,
til eg tær í Himlinum
betri prís fram beri!

2. Har við krossin, skelvandi,
tú, áh, Harri, fanst meg,
har við tínum kærleika
fast til tín tú bantst meg!

3. Áh, Guds Lamb! Á krossinum
eg teg síggi hanga;
í hans skugga hvønn ein dag
lær tú meg at ganga!

4. Nær hjá krossinum eg nú
leingjast vil og bíða;
brátt í skýnum kemur tú,
skjótt tær stundir líða.

FavoriteLoadingGoym tekstin