Jesus, hann biður meg skína

Orð: Nellie Talbot
Lag: Edvin O. Excell
Týtt: Victor Danielsen

1. Jesus, hann biður meg skína,
ja, skína fyri seg,
heima, í spæli, í skúla,
at ganga sannleiks veg.

Niðurlag: At skína, at skína,
Jesus, hann biður meg skína
at skína, at skína.
Skína eg vil fyri hann!

2. Jesus, hann biður meg elska,
ja, elska øll sum hann,
vísa, hvør glatt og hvør blídligt
eitt Guds barn vera kann.

3. Eg biði Jesus at hjálpa;
hann væl meg varða kann,
hjálpa mær vísa hans kærleik
og skína fyri hann.

4. Skína eg vil fyri Jesus,
ja, skína trútt og væl,
til eg í Himlinum høga
hjá honum búgva skal.

FavoriteLoadingGoym tekstin