Jesus, hann eina kundi frelsa

Orð og lag: Norman J. Clayton
Týtt: Árni Jacobsen
Upprunaheiti: Jesus alone

1. Jesus, hann eina kundi frelsa
og lata sítt lív fyri meg,
loysa meg út úr deyðans bondum,
meg seta á Himmalveg.

Niðurlag: Mín sál seg frøir um hans stóra kærleik
og veit, at Jesus eingi mistøk ger.
Ei nakar javnt við hann kann berast,
ongantíð var nakar so nær sum hann.

2. Náði so stór, at hann meg frelsti,
mín synd varð í havdýpið send.
Syndirnar allar fyrigav hann,
og nátt til dag varð vend.

3. Jesus, hann eina stillar sorgir
og gevur tann sælasta frið,
veitir í hjarta sanna gleði,
mær fylgja vil hvørt eitt stig.

FavoriteLoadingGoym tekstin