Jesus hann lovar at vera hjá mær

Orð og lag: Kerstin Moll
Týtt: Anita Tausen
Upprunaheiti: Glede

1. Jesus hann lovar at vera hjá mær,
hvønn ein dag.
Tí tosi eg hvønn dag við Jesus,
og tað gleðir meg.

Niðurlag: Gleði í Jesusi eg havi nú,
gleði, ja, sjálvt tá meg okkurt tyngir.
Gleði, mítt hjarta flýtur yvir,
tí Jesus, hann er vinur mín.

2. Jesus bjóðar børnum at koma heim
í Himmalin.
Har er so vakurt, og einglar syngja
prís og tøkk til Hann.

FavoriteLoadingGoym tekstin