Jesus Hann sigur: Eg komi skjótt

Orð og lag: Aage Samuelsen
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Jesus Hann sigur: Eg komi skjótt,
komi í skýggjunum brátt;
ert tú, á, sál mín, til reiðar, tá
róp kemur í mitt á nátt?

Niðurlag: :,:Skjótt Jesus aftur er her!:,:
Sælur er tann, sum er búgvin,
tá Jesus aftur er her.

2. Mong sál í svøvnin man glíða inn,
doyvd hon av tíðini varð;
olju mong mangla á lampuni,
síggja ei, tíðin er nær!

3. Men tann, sum virkar og vakir her,
væntar sín Brúðgóm og Vin,
sær at Hans koma er sára nær,
gleðir seg til Himmalin.

4. Sál, tú, sum gongur hin breiða veg,
sært tú ei hvagar tað ber?
Á, hvør ein hvøkkur vil møta tær,
tá Jesus aftur er her!

Niðurlag: :,:Tonk, tá Hann aftur er her,:,:
sælur er tann, sum er búgvin,
tá Jesus aftur er her.

FavoriteLoadingGoym tekstin