Jesus, hann stendur í dómsins høll

Orð: Albert Benjamin Simpson
Lag 1: Mary L. Stocks
Lag 2: Albert Benjamin Simpson
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: What will you do with Jesus?

1. Jesus, hann stendur í dómsins høll,
svikið hann hava nú hjørtu øll;
knappliga hoyrist ein rødd so hvøll:
Hvat skal eg gera við Jesus?

Niðurlag: Hvat vilt tú gera við Jesus?
Velja tú mást ein veg;
ein dag títt hjarta skal spyrja:
Hvat ger nú Jesus við meg?

2. Stríðið um Jesus er enn í dag,
veljast má Jesus á hvørjum stað,
svarast má nei ella svarast ja –
hvat vilt tú gera við Jesus?

3. Minst til Pilatus – ver ei sum hann!
Játta nú Jesus, ræðst ongan mann!
Sleppa frá valinum ei tú kann –
hvat vilt tú gera við Jesus?

4. Skalt tú avnokta hans navn, áh, sig,
ella í navni hans finna frið,
bera hans kross og hans krúnu við?
Hvat vilt tú gera við Jesus?

5. Jesus, eg gevi tær hjarta mítt,
trúgvi og kennist við navn títt frítt!
Skal hetta, sál, verða svarið títt?
Hvat vilt tú gera við Jesus?

FavoriteLoadingGoym tekstin