Jesus, Harri, loðsur ver

Orð: Edward Hopper
Lag 1: John Edgar Gould
Lag 2: James F. Swift
Týtt: Victor Danielsen
Viðmerking: Yrktur út frá hendingini í Matteus 8, 23-27, tá Jesus stillaði stormin á Galileavatninum og av tí sama eisini stillaði óttan hjá lærusveinunum. Fyrstu ferð á prenti í tíðarritinum Sailor’s Magazine í 1871.

1. Jesus, Harri, loðsur ver!
Villir sjógvar bróta her,
ókent farvatn bíðar mær,
boðar, íður eru har;
kort og kumpass nýtst mær her,
Jesus, Harri, loðsur ver!

2. Eins og fyrr tú stormin bantst,
so tú enn hann hótta kanst,
akta teg má havið vilt,
tá tú sigur: Tig, ver stilt!
Ráð og Undur navn títt er;
Jesus, Harri, loðsur ver!

3. Tá mítt eyga landið sær,
brimið villa ýlir nær
millum meg og stillu havn,
tak meg, Harri, tá í favn
og sum barn títt ugga meg:
Ræðst ei, loðsur eri eg!

FavoriteLoadingGoym tekstin