Jesus, Harri, sum tú mátti bíða

Lag: Øssur Berghamar, J. Marcussen
Týtt: Victor Danielsen

1. Jesus, Harri, sum tú mátti bíða,
áðrenn eg kom heim av villum veg!
Sum tú mátti leingi við meg stríða,
áðrenn einglar gleddust yvir meg!

2. Jesus, Harri, sum tað leingi vardi,
áðrenn míni knø, tey boygdu seg,
áðrenn eg at søkja náði lærdi
og í henni hvíla mítt og meg!

3. Jesus, Harri, tú, sum býður øllum
hvílu við títt náðiríka bróst,
leingi viltist eg á hugmóðs fjøllum,
fann tó teg til síðst, og nú er ljóst!

4. Jesus, Harri, tú, sum vildi líða
deyðan beiska fyri meg, mín Gud,
fyri meg úr myrkri út at fría
og mær veita henda sæla lut!

5. Ver mær nær í freistingum og royndum,
hvar á fold mín fótur ferðast má!
Verj meg móti øllum snerrum loyndum,
til eg frelstur tær skal standa hjá!

FavoriteLoadingGoym tekstin