Jesus hevur sett á borð

Orð og lag: Charles B. Widmeyer
Týtt: Hákun Djurhuus
Upprunaheiti: Come and dine

1. Jesus hevur sett á borð,
komið øll úr suðri, norð,
kom og tak, so ljóðar boðið til hvønn gest,
meir enn manna bjóðast tær,
mat í yvirflóð tú fær,
áh, hvør gott at vera við til slíka fest.

Niðurlag: Jesus kallar, tann, ið hungrar, kom til mín,
far til borðs og et og drekk, tað er til tín.
Hann, sum vín av vatni ger,
enn í dag hin sami er,
og hann bjóðar øllum treingjandi til sín.

2. Har við vatnið hina ferð –
náttin langa liðin er –
Jesus kemur tá til teir, sín lítla flokk:
„Setið garnið út, og tá
skulu nógvan fisk tit fá!“
Har, sum Jesus kemur, verður altíð nokk.

3. Jesus kendi teirra neyð,
og hann gav teim dagligt breyð,
meir enn tað, hann var teim himmalbreyð hartil.
Kom til Gud við tíni trá,
um tú biður, skalt tú fá.
Trúgvin fær til svar: Tær veri, sum tú vil.

4. „Føð mín seyð, so ljóðar tað
til hvønn tænara í dag,
sum meg elskar, og sum frelsuboðið ber;
sum mín Faðir sendi meg,
so vil eg nú senda teg.
Far og sig teim: Komið, alt til reiðar er!“

FavoriteLoadingGoym tekstin