Jesus hin sami er enn í dag

Orð og lag: G. Surland-Hansen
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Jesus hin sami er enn í dag,
tað er ein sannroynd stór!
Hann hevur vald til at hjálpa tær,
um bert til Hann tú fór.
Jesus kann hjálpa tær, um tú trýrt,
hvat enn tín tørvur er,
møta Hann her vil hvørjum tí,
til Hann við frímóð’ fer!

Niðurlag: Kom nú til Jesus, gev títt hjarta heilt,
lat tað ei longur vera hálvt og deilt!
Tú mást ei ivast, men á Guðs lyfti trúgv,
trúgvin ber hvílu, -trúgv, bara trúgv!

2. Høltu og blindu tey leiða fram
hagar sum Jesus var;
við Síni kraft Hann grøðir tey,
tonk, á, hvat bønarsvar!
Heil¬nom og grødd tey renna runt,
hart tey lovprísa Guð’,
spott teirra vantrúnu sakar ei,
– tey vórðu fríað út!

3. Hann vil tær møta í hesi stund
við sama hjartalag;
tú, sum ert sjúk, verður frísk og sunn,
– henda kann tað í dag!
Um tú av syndini tyngdur ert,
reinsar Hans blóð títt sinn;
mótið ei miss, -tína trongd Hann sær,
leita til Jesus inn.