Jesus hin sami er enn í dag

Orð og lag: Aage Samuelsen
Týtt (2003): Kajfinn Hammer

1. Jesus hin sami er enn í dag,
sum tá Hann gekk her á fold,
framvegis syndarans vinur er,
frelsir hvønn tann, ið trýr.

Niðurlag: :,:Hann er hin sami í dag,:,:
frelsir og grøðir hvønn tann, sum trýr,
kom til hann nú í dag.

2. Líðandi, plágað av øllum slag
fylktust har Meistarin steig,
trokandi komu tey til Hann fram,
men Jesus ei segði nei.

3. Um tú ert svikin av vinum her,
aldri tó svíkur teg Hann;
fyri teg gav Hann seg heilt og fult,
frelsu og frið tær vann.

4. Jesus nú kallar: Á, kom til mín
við tí, tú nívdur ert av.
Legg alt á Hann, tað sum tyngir teg,
Hann setur einki krav.

FavoriteLoadingGoym tekstin