Jesus, hjartans troyst og gleði

Johann Sebastian Bach
Orð: Martin Janus
Lag: Johann Sebastian Bach
Týtt: Árni Jacobsen
Upprunaheiti: Jesus bleibet meine freude / Jesus, joy of man’s desiring

1. Jesus, hjartans troyst og gleði,
tú ert ljós í míni sál,
leið tú meg á tínum vegi,
vís mær á títt rætta mál.
Tá ið syndin um meg treingist,
veitst tú, mínum hjarta leingist
verða drigið nærri tær
– einki betri veit eg mær.

2. Jesus, hjá mær vilt tú vera,
og vætan trænum í,
sorg og stúran burtur bera,
geva lív til alla tíð.
Tann, sum tína dýrd man skoða
bjartari enn sólarroða
og sum tekur móti tær,
bústað hann hjá Gudi fær.

FavoriteLoadingGoym tekstin