Jesus, hví hekst tú á krossi?

Orð: Sámal P. Hansen
Lag: Lewi Pethrus

1. Jesus, hví hekst tú á krossi?
Synd mín og skomm tað var,
sum teg, Gudslambið hitt reina,
negldi á træið har.

Niðurlag:
Æviga ljós og gleði
á hinum sæla degi,
tá ið várt hjarta fegið
teg skal tilbiðja har!

2. Kom, kæri vinur, og trúgv nú,
tú, sum ei trúði fyrr!
Kom, nú ið fyri tær standa
opnar Guds náðidyr!

3. Takk, Jesus, takk fyri stríð títt
Golgata heyggi á,
tá ið tú krýndur við tornum
toldi alt spott og háð!

4. Frelsari, blóð títt á krossi
rann fyri meg og øll,
teimum, sum trúgva, at veita
stað har í Himmalhøll!

FavoriteLoadingGoym tekstin