Jesus í kærleika kallar á teg

Orð: Fanny Crosby
Lag: George Coles Stebbins
Týtt: Victor Danielsen

1. Jesus í kærleika kallar á teg,
kallar í dag, kallar í dag;
hví vilt tú fara tá syndarans veg,
longri og longri hvønn dag!

Niðurlag:
Kallar í dag, kallar í dag,
Jesus nú kallar, so eymt hann teg kallar í dag.

2. Jesus nú kallar hin troytta til frið,
kallar í dag, kallar í dag;
legg tína byrði tí føtur hans við,
tak við hans náði í dag!

3. Jesus nú kallar, áh, hoyr tó hans rødd,
kallar í dag, kallar í dag!
Trúgv á hans orð, og tín sál verður grødd,
bíða ei longur ein dag!

4. Jesus tær bíðar, áh, kom til hann nú,
kom nú í dag, kom nú í dag!
Hoyr hann, tak mót honum! Ella skalt tú
vera fortaptur ein dag.

FavoriteLoadingGoym tekstin