Jesus kom at doyggja fyri teg

Charlotta á Váli Olsen
Orð og lag: Arnold Børud
Týtt: Charlotta á Váli Olsen
Upprunaheiti: Jesus kom til jorden for å dø

1. Jesus kom at doyggja fyri teg,
kom av Himli, ofra læt seg her.
Ja, á krossi mátti Kongur bløða
til at bjarga falnu verð.

2. Jesus kom at doyggja fyri teg.
Langt frá Gudi vóru tú og eg.
Men Gud hvønn ein syndara so elskar,
at sín Son hann ofraði.

3. Jesus kom at doyggja fyri teg,
sigur vann á Satans óndu makt.
„Alt er fullgjørt“, sigursrópið rungar.
Alt er honum undirlagt.

4. Jesus kom at doyggja fyri teg.
Hann so dýrt við blóði okkum vann.
Alt hann gav! So eymur hann nú spyr: „Hvat
gevur tú til Frelsaran?“