Jesus, kongur mín og klettur

Orð og lag: Øssur Berghamar

Niðurlag: Jesus, kongur mín og klettur,
yvir øllum settur
– tó á krossi mína synd tú bar.
Jesus – morgunstjørnan bjarta,
dýrur mínum hjarta.
Alt í øllum ert tú vorðin mær.

1. Tú, Sonur Guds,
frá upphavi í tign tú var.
Í ljóma dýrd og megi
tú vart tíns Faðirs gleði.
Og tá alt lív sá dagsins ljós,
tá vart tú har,
men mannaættin fall so djúpt –
langt burt frá tær.

2. Tá fylling tíðarinnar kom,
tú niður steig
tíns faðirs vilja gera:
vár frelsari at vera.
Títt lív var lýtaleyst,
og tó tú deyðan leið
av kærleika til mín –
eg fata kann tað ei.

3. Tann dagur kemur,
tá í dýrd tú koma skalt.
Við yvireingils lúður
tú tekur tína brúður
heim til tað ljósa land,
sum enn er okkum fjalt,
har tú ert kongur –
og har fullkomið er alt.

FavoriteLoadingGoym tekstin