Jesus Kristus eg teg biði

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur 1. september 2008.

Jesus Kristus eg teg biði,
kom til mín við tínum friði
inn í mína møddu sál.
Veit mær sess við føtur tínar,
lætt tú av mær byrðar mínar,
– sjónskt tú sýn mær mið og mál.

Lær meg tolnan á teg lýða
og við føtur tínar níga,
kæri sálarhirði mín.
Einans tú kanst hvíld mær geva,
meðan eg skal fram meg streva,
til eg nái heim til tín.

Rætt mær har títt lívsins orðið,
sum í tær nú hold er vorðið,
lutur tann, ið varir við.
Aldri skal tann illa fara,
sum títt lívsins orð vil varða;
tað tær veitir sálarfrið.

FavoriteLoadingGoym tekstin